94% fullu

Úr Norðurlondum

Tað hevur vakt ans í norska skúlaverkinum, at bara fýra av 63 lesandi á einum skúla í Gjøvik stóðu matematikroyndina, sum var stutt fyri páskir, og leiðslan á skúlanum er nú farin at kanna, hvat bagdi. Tað ger ikki støðuna betur, at tey fýra, sum megnaðu uppgávuna, fingu ein karakter, sum var beint oman fyri minstamarkið.
Tey lesandi siga, at uppgávan var alt ov torfør, og nú skal skúlaleiðslan so kanna, um tað er tann rætta frágreiðingin.