Eldraráðið í Tórshavnar kommunu hevur latið gera eina áhugaverda gallupkanning millum tey 60 til 75 ára gomlu um framtíðar bústaðarviðurskifti og annað. Kanningin varð gjørd í september í fjør, skrivar Tórshavnar kommuna.
Kanningin er umfatar bústaðarviðurskifti nú og í framtíðini, frítíð og tilboð, heilsu, arbeiði og inntøku og endurvenjing. Kanningin vísir, at fólk eru væl fyri, kropsliga, sálarliga og fíggjarliga.
Kanningin vísir, at 87% av øllum yvir 60 ár búgva í egnum sethúsum og 6% í egnari íbúð. Tá ið spurt verður, hvussu hesi høvdu hugsað sær at búð um 5 ár, so siga 62%, at tey høvdu framhaldandi viljað búð í egnum sethúsum, 14% í egnari íbúð og 13% í leiguíbúð ella lutaíbúð.
Eitt sindur av muni er á kynunum í hesum spurninginum, tí 3% fleiri menn enn kvinnur ynskja at búgva í egnum sethúsum, meðan 4% fleiri kvinnur ynskja at hava egna íbúð.
Tá spurt verður, hvussu hesi høvdu viljað búð um 10 ár, so er talið á teimum, sum ynskja at búgva í egnum sethúsum, minkað niður á 42%. Nú vilja 18% í egna íbúð, 14% í leiguíbúð, 4% í ráðhús og 8% í eldrabúfelagsskap.
Kanningin vísir sostatt, at við árunum vilja fleiri flyta í eigaraíbúð ella leiguíbúð.