92 ára gamla Vera Lynn hevur yvirhálað popp- og rockstjørnur sum U2, Guns N Roses og Prodigy á bretska hitlistanum. Vera Lynn gjørdist kend, tá hon undir seinna veraldarbardaga sang fyri brestsku hermonnunum víðahvar. Hon hevði eisini útvarpssending, har hon sendi heilsanir til hermenninar og sang sangir fyri teimum. Kendasti sangurin hjá Veru Lynn má vera Well Meet Again.
Nú er ein savnsfløga við sangum hjá Veru Lynn komin út í Bretlandi, og fløgan er komin beinleiðis inn á Top 20 hitlistan. Harvið er Vera Lynn, sum í dag er 92 ára gomul, tann elsti núlivandi tónleikarin, sum hevur verið á bretska hitlistanum.
- Eg eri sera fegin um, at eg aftur eri á hitlistunum, sigur Vera Lynn við BBC.
Vera Lynn er framvegis virkin. Hon syngur ikki longur, men hon ferðast runt í Bretlandi og sigur søgur frá sínum hendingaríka lívi.