Spurningarnir, sum Bill Justinussen setti Helenu Dam á Neystabø, eru soljóðandi:
1. Hvussu nógv hevði tað kostað Kringvarpinum, um A-landsdysturin millum Italia og Føroyar varð sendur beinleiðis í almenna føroyska sjónvarpinum?
2. Hvussu nógv hevði tað kostað Kringvarpinum, um A-landsdysturin millum Estland og Føroyar varð sendur beinleiðis í almenna føroyska sjónvarpinum?
3. Hvussu nógv kostaðu teir seinastu fimm útidystirnir hjá A-landsliðnum, sum vórðu sendir beinleiðis í almenna føroyska sjónvarpinum?
4. Hvussu fara samráðingarnar um prísirnar fram?
5. Hvør stendur fyri hesum samráðingum fyri føroyska Kringvarpið?
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamáum sigur, at Mentamálaráðið hevur vent sær til Kringvarp Føroya við fyrispurninginum og hevur fingið hetta svarið:
1. Samlaði kostnaðurin hevði verið knappar kr. 92.000,-
a. Rættindi 10.000 EUR, sum er kr. 75.000,-
b. Fylgisveinakostnaður 1.500 EUR, sum er kr. 11.250,-
c. Studio- og sendifólk kr. 5.620,-
2. Samlaði kostnaðurin hevði verið góðar 172.000,- fyri fýra útidystir (43.120,- pr. Dyst)
d. Rættindi og fylgisveinakostnaður, 20.000 EUR, sum er kr. 150.000,-
e. Studio- og sendifólk kr. 5.620,- pr. Dyst ? kr. 22.000,-
f. Kringvarpið fekk eitt tilboð at keypa allar fýra útidystirnar sum Sport five hevur rættindini til (Italia verður keypt frá øðrum felag). At keypa ein í senn hevði voksið um kostnaðin pr. Dyst.
3. Samlaði kostnaðurin var knappar kr. 102.000,-
g. Rættindi 2.000 EUR, sum er kr. 15.000,-
h. Fylgisveinakostnaður 7.820,- EUR, sum er knappar kr. 59.000,-
i. Studio- og sendifólk kr. 5.620,-
j. Kringvarpið hevur áður oftani ikki goldið fyri rættindi til útidystirnar, tí somu feløg sum hava haft rættindi til útidystirnar hava haft rættindi til heimadystirnar og hava ynskt at Kringvarpið hevur framleitt heimadystirnar fyri felagið. So har hevur verið eitt umbýtið, Kringvarpið hevur framleitt heimadystir og fingið rættindi til útidystir afturfyri.
k. Nú er tað soleiðis at rættindini til:
i. Heimadystir í Føroyum eigur FSF
ii. Heimadystir uttanfyri Føroyar eigur Kentaro
iii. Útidystir eigur Sport Five
Útidystin Italia ? Føroyar eigur RAI Trade, Italia
4. Fyri útidystirnar setir tað felagið, sum eigur rættindini seg í samband við Kringvarpi, við tilboð um prís fyri ?second parts rights?. Sum merkir, at vit fáa rættindi sum bert eru galdandi fyri Føroyar.
5. Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri.