91 fólk deyð í Noregi

Talið á teimum, sum hava latið lív í yvirgangsatsóknini í Noregi í gjár, hækkar alsamt.

Nú váttar løgreglan at minst 91 fólk eru deyð, 84 á politisku ungdómsleguni á Utøya og sjey í bumbuspreingini í Oslo.

Men løgreglan útihýsir ikki, at enn fleiri eru deyð, tí framvegis eru fólk saknað og fleiri eru illa løstað.

Tann ann 32 ára gamli Anders Behring Breivik er tikin fyri atsóknirnar og hann er nú skuldsettur fyri báðar atsóknirnar.

Hann er skuldsettur eftir einari grein í revsilógini um yvirgang, har harðasta revsing er fongsul í 21 ár.

Tað er strangasta grein í revsilógini, hann kann skuldsetast eftir.

Hann hevur sagt, at hann er sinnaður at greiða løgregluni frá illgerðini.

Hann er víðgongdur høgramaður og sigst at verða gjøgnumsúrgaður av hatri. Eitt nú hevur hann kallað fyrrverandi norsks forsætisráðharran, Gro Harlem Brundtland fyri ”landsmordara”

Formaðurin fyri ungmannafelagið hjá norska arbeiðaraflokkinum, sum hevði leguna á Utøya, hevur akkurát havt tíðindafund, har tað varð staðfest, at tey lata seg ikki ræða til at tiga.

Hann endurtók orðini hjá Stoltenberg í gjár um, at svarið upp á yvirgang, er enn betri fólkaræðið.

Tað, løgreglan leggur alla orku í nú, er at fáa greiðu á, um gerningsmaðurin var einsamallur um ógerningin ella um nakar enn gongur leysur.

Anders Behring Breivik stovnaðu nakað síðani eina fyritøku, sum hevði ti endamáls at dyrka grønmeti og sostatt kundi hann keypa stórar nøgdir av handilstøðum, uttan at tað virkaði illgrunavert - og handilstøð kunnu brúkast at gera bumbur við.

Men tað merkir so aftur, at atsókin er væl og virðiliga løgd til rættis í langa tíð.