Jennie Garth og Luke Perry eru ikki blivin par í veruleikanum, men sjónvarpsparið brúkar nógva tíð saman í hesum døgum.
Jennie Garth, sum 40 ára gomul, hevur saman við 45 ára gamla Luke "Dylan" Perry ætlanir um at arbeiða saman komandi tíðina. Umboðskvinnan hjá Jennie Garth játtaði hesi tíðindini fyri RumorFix seint í hesi vikuni.
- Orsøkin til at vit síggja fleiri myndir av teimum saman er, at tey samstarva um eina sitcom. Sendingin kemur at vara umleið hálvan tíma. Vit hava funnið framleiðarar og fólk til at skriva leikritið, og harafturat skulu vit seinni hava ein fund við felagið, ið vil standa fyri hesi sendingini, sigur umboðskvinnan hjá Garth.
Fyrr í vikuni sóust myndir í bløðum á á ymiskum heimasíðum av Beverly Hills parinum, eftir at tey høvdu verið saman um eina nýggja lýsing fyri Old Navy. Fleiri vildu vera við, at nú vóru tey ikki bara par í ungdómsssendirøðini gjøgnum 90ini, men eisini par í veruleikanum.










