9000 fólk savnast í Klaksvík um vikuskiftið

Summarfestivalurin nærkast í hvørjum og tað merkir, at túsundtals fólk fara at leita sær norður til Klaksvíkar, tá ið festivalurin byrjar hósdagin.

 

Erik Biskopstø, ein av fyrireikarunum, sigur við in.fo í morgun, at festivalurin væntar áleið 9000 gestir í ár, tó veðrið spælir inn og tí kann talið svinga eitt sindur hendan ella handan vegin.

 

 

- Tað svingar jú eitt sindur á hvørjum ári. Í fjør var Cliff Richard høvuðsnavnið og tey fólkini, sum lurta eftir honum, eru kanska ikki teir størstu festivalgangararnir. Tí vóru áleið 8000 betalandi gestir í fjør. Tá ið Roxette var, til dømis, vóru 10.000 fólk og ivaleyst er tað tí, at tann málbólkurin er júst tann, sum gongur á festival, sigur Erik Biskopstø.

 

 

Hann sigur, at í ár vænta tey í Klaksvík, at talið av gestum verður onkrastaðni í millum hesi bæði tøl. - Veðrið spælir ein stóran leiklut, og tí eru tey fleiri, sum bíða eftir veðrinum, áðrenn tey taka støðu, sigur Erik Biskopstø.

 

 

Í ár hevur festivalurin spent seg meira út enn vanligt er. Hetta sæst aftur í , at í vikuni uppundir festivalin verður Klaksvíkin karmur um ein minifestival, har fleiri smærri tiltøk eru á skránni og fleiri teirra ókeypis.


- Hetta er fyri at tuna fólk inn á Klaksvíkina og fyri at fáa tey lokalu at koma í festivalhýr, sigur Erik Biskopstø og vísir á, at fólk eru glað fyri hetta tilboðið.

 

 

Fyrireikingarnar ganga væl og tey í Klaksvík eru klár til hósdagin, tá ið ársins Summar Festivalur fer av bakkastokki.