Tíðin, har gamlar orðabøkur standa á hyllum og í bókasøvnum á skúlunum og savna støv er av. Nú verður liðugt at nýta langa tíð til at sita og blaða og leita eftir ávísum orðum millum túsundtals onnur á hundraðtals síðum. Orðabøkurnar verða nú tøkar hjá øllum skúlanæmingum í Føroyum við bert einum klikki. Plinkan eitur nýggja forritið, sum verður lagt á teldurnar í øllum skúlunum, har allar føroysku netorðabøkurnar eru savnaðar á einum stað.
- Hetta er størsta frambrot fyri okkara mál og okkara málmenning, nakrantíð. Frambrotið ger tað møguligt at arbeiða við føroyskum, enskum, donskum, týskum, sponskum, italskum og seinni eisini við fronskum og russiskum orðabókum á telduni. Tað er ein kollvelting av teimum heilt stóru í skúlasamanhangi, skrivar Randi Kúrberg í grein um tað sama longri afturi í hesum blaðnum.
Savnað
Áður hava fleiri orðabøkur verið tøkar á netinum, men tær hava verið spjaddar út millum ymsu forløgini. Nýggja forritið og savningin er úrslit av einum samstarvi millum Mentamálaráðið, Nám, Orðabókagrunnin og Sprotan. Sostatt eru allar orðabøkurnar nú savnaðara á einum stað, í forritinum Plinkan.
Orðabókin ongantíð ov gomul
Plinkan skal eftir æltan virka sum ein offline skipan, soleiðis at hon eisini kann nýtast undir próvtøku, tá einki net-samband er loyvt. Men í skipanini hevur eisini sjálvvirkandi dagføringar, og fer einaferð um mánaðin at heinta dagføringar, soleiðis at nýggj orð og og broytingar altíð verða dagførdar, og at nýggjastu teldutøku orðabøkurnar eisini verða heintaðar. Sostatt slepst eisini undan at nýta eyka pengar, pláss, tíð og orku upp á at finna ta nýggjastu útgávuna av eini ella aðrari orðabók.
Bert føroyskir næmingar
Í fyrstu atløgu verða tað tó bert føroyskir skúlanæmingar, sum fáa ágóðan av hesum frambrotinum. Forritini eru eisini tengd at ip-adressuni hjá skúlunum – tvs. at skipanin kann bert nýtast ókeypis inni á skúlunum.
Hetta merkir at næmingar kunnu ikki nýta forritini, tá teir sita heima og arbeiða. Heldur ikki føroyingar uttanlands fáa ókeypis ágóðan av orðabókunum. Tó kunnu øll onnur, ið vilja nýta orðabøkurnar á arbeiðsplássinum ella í heiminum keypa orðabøkurnar.
rogvi@sosialurin.fo










