Henda tænastan ber í sær, at ein fær eitt ørindi úr Bíbliuni – eitt mannakorn - hvønn dag kl. 11:30.
Síðani byrjað varð við hesi tænastuni eru send út 9.152 vers. Og fyri mangar av brúkarunum er hetta ein hent og kærkomin tænasta. Eisini leirvíkingin Reimund Langgaard:
- Sum ein av brúkarunum vil eg kraftiga tilmæla hesa tænastuna. Tað er ófatuliga ofta, at versið hevur passað júst inn í mína støðu.
- Haraftrat eru eisini nógv vers, sum eg ikki havi lagt merki til, fyrr enn eg havi fingið tey inn á fartelefonina, sigur hann.
Fyri at fáa lut í hesi tænastuni skal brúkarin bert skriva vers og senda tað til 1919. Síðan fær viðkomandi eitt tilvildarligt mannakorn sendandi á fartelefonina.
Tænastan kostar 2,50 kr. hvørja ferð.










