900 tons í einum kasti

Danska nótaskipið Strømegg, sum er væl kent millum siglandi føroyingar, gjørdi uppundir endan av seinastu viku ein rættiliga góðan og skjótan túr. Teir vóru í Hirtshals við 900 tonsum av makreli, sum teir eftir fáum tímum fingu í einum kasti.

Strømegg fekk í miðal 10 krónur fyri kilo, og soleiðis hevði lastin eitt virði av 9 miljónum krónum, ið er nýtt met hjá skipinum.

Portalurin www.skipini.com skrivar, at Strømegg fer at fiska sild í norskum sjógvi, tá teir eru lidnir at landa.

- Við Strømegg eru 14 mans. Av hesum eru 10 føroyingar, og skipari er Páll Joensen, sum sjálvandi er væl nøgdur við hendan túrin, skrivar www.skipini.com