Á matstovum og stórkøkum í norðurlondum verða á hvørjum ári tveitt 456.000 tons av góðum mati burtur. Í Føroyum svarar hetta til næstan 900 tons um árið
Hóast norðurlond seinastu árini hava roynt at minka um nøgdina av mati, sum verður tveittur burtur, fer framvegis nógvur góður matur fyri skeytið.
Nýggj kanning vísir, at matstovur og stórkøkar í norðurlondum tveita 456.000 tons av góðum mati burtur um árið. Hetta svarar til 18 kg fyri hvønn íbúgva.
Vit hava áður kunnað um, at norðurlond tveita góðan mat burtur fyri 30 milliardir krónur um árið. Hetta svarar til, at vit í Føroyum tveita mat burtur fyri 60 mió. kr. um árið, sigur Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.
Meira er at frætta um hetta her:
www.norden.org/sv/aktuellt/nyheter/restauranger-och-storkoek-i-norden-slaenger-en-stor-del-av-maten