900 milliónir er ov lítið

Hóast Real Madrid støðugt sigst hava áhuga í at keypa Cristiano Ronaldo úr Manchester United, so eru boðini frá enska oddaliðnum púrasta greið.

- Vit vilja ikki selja. Heldur ikki fyri 900 milliónir. Teir kunnu bjóða allar pengar í heiminum, men tað er eingin upphædd, sum er nóg stór til at keypa hann leysan av sáttmálanum við Manchester United, sigur hjálparvenjarin í Manchester United, Carlos Queiroz, við spanska Marca.

Ronaldo hevur sýnt stórspæl alt kappingarárið, og higar til er hann toppskjútti í bæði Premier League og Champions League.