90 sekund skjótari millum Havnina og Klaksvík

Tá uppskot hava verið frammi um at hækka há­marks­­ferð upp í 90 km/t á summ­um vega­­strekkj­­um, hava sam­­bært Lands­verki hesi vega­­strekki verið nevnd: við Áir (4,5 km), í Kolla­fjarðar­dali (3,5 km), við Leitisvatn (3 km), Mill­um Fjarða (5 km), í Gøtu­dali-Kambsdali (3 km) og Kald­baks­fjar­ð­ar­veg­ur­in (7,5 km).

Um hetta skal gerast, skulu vega­strekkini broytast so mik­­ið nógv ? eitt nú autoerja set­­ast millum vegabreytirnar og veg­ir breiðkast ? at hetta fer ­at kosta fimm milliónir krón­ur fyri hvønn kilometur, upp­lýsir Armgarð Steinhólm, leið­ari á Ferðsludeplinum hjá Lands­verki í ársfrágreiðingini fryi 2008.
Hon staðfestir tí, at tað fer at kosta 150 milliónir krón­ur at broyta nevndi vega­strekki.

Hon vísir eisini á, at mun­­ur­­in millum at koyra 80 og 90 km/t kann vera ein spurn­ing­ur um lív ella deyða. Koyr­­ir tú 80 er vandin fyri at doyggja 30%, um tú ert í front­al­um samastoyti. Koyr­ir tú harafturímóti 90 er vand­in fyri at doyggja 70%. So­leiðis meira enn tvífaldast vand­in fyri at doyggja, um ferð­mark­ið verður hækkað.

Um vit rokna út, hvussu nógva tíð tú sparir á vega­strekk­i­num mill­um Klaks­vík og Havn­ina – um há­mark­ferð­in verð­ur broytt á om­an­fyri­nevndu vega­strekkj­um – so spar­ir tú 90 sek­und – ella hálv­an­ann­an minutt. So er spurn­ing­urin, um tað er 150 mill­i­ónir krón­ur – og 40 pro­sent størri vanda fyri at doyggja – vert...?