Giftarmálið millum eina 15 ára gamla gentu og ein 90 ára gamlan mann í Saudi Arabia hevur ført til nógvar atfinningar, bæði í Saudi Arabia og í sosialu miðlunum.
Tað skrivar tíðindasíðan alarabiya.net.
Í samrøðu sigur hin 90 ára gamli, at hann "lógliga og korrekt" hevur goldið familjuni hjá gentuni 17.500 dollarar fyri at fáa loyvi til at gifta seg við gentuni.
Brúðgómurin fortaldi eisini um teirra fyrstu nátt sum maður og kona.
Sambært manninum stongdi gentan seg inni í sovikamarinum, soleiðis at hann ikki slapp innar. Hetta gjørdi, at hann fór at hugsa um, hvørt hetta var ein samansvørjing millum mammuna og dóttrina.
Maðurin hevur sagt, at hann fer at saksøkja foreldrini hjá gentuni, soleiðis at hann antin fær gentuna - ella peningin, sum hann hevur goldið, aftur.
Sambært vinum hjá familjuni hjá gentuni, sum alarabiya.net hevur tosað við, var hin 15 ára gamla gentan ræðslusligin á brúdleypsnáttini. Tí læsti hon seg inni í sovikamarinum í tveir dagar, tá hon síðan rýmdi heim aftur til foreldur síni.
Ein limur í mannarættindafelagsskapinum í Saudi Arabia, Suhaila Zein al-Abedin, hevur sagt sína meining um giftarmálið.
- Myndugleikarnir mugu taka sær av hesum málinum og verja hesa gentu móti eini vanlukku, sigur al-Abedin.