Á aðalfundi hjá MFS í gjárkvøldið hevði Bogi Jacobsen, tekinskur leiðari hjá Bústøðum, eina framløgu um allar byggiætlanir hjá Bústøðum kring landið.
Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu varð ført fram, at 86 prosent av øllum limunum í Føroya Bústaðarfelag hava Havnina sum fyrsta val, tá um ræður at fáa nýggjan bústað. 10 prosent av limunum eru útisetar, og millur teirra ynskja 90 prosent at búgva í Havn. 62 prosent av limunum búgva í dag í Havn.
Bústaðir hevur byggiætlanir um alt landið, og ikki færri enn sjey teirra verða framdar í høvuðsstaðnum, fyri at nøkta stóra eftirspurninginum eftir bústøðum í høvuðsstaðnum.