Tey, sum leggja nýggju skúlasangbókina til rættis, eru ovfarin av, hvussu stórur áhugin fyri at taka lut í sangkappingini hevur verið 6. oktober verður á serligum sangtiltaki í Norðurlandahúsinum kunngjørt, hvørji hava vunnið virðislønirnar í kappingini at gera nýggjar føroyskar barnasangir, sum Føroya Sanglærarafelag hevur skipað fyri.
Freistin at senda sangir inn var 20. august. Umleið 90 sangir og løg eru komin sanglærarafelagnum í hendi, og tað fegnast felagið um.
- Tá ið vit gjørdu av at skipa fyri kappingini, høvdu vit onga fatan av, hvussu stórur áhugin fór at verða. Nú kunnu vit staðfesta, at áhugin hevur verið nógv størri, enn vit høvdu dugað at ímynda okkum, siga tey í bólkinum, sum arbeiðir við at leggja nýggja skúlasangbók til rættis. Í bólkinum eru Zacharias Sørensen, Eyðun á Lakjuni, Marta á Lakjuni, Palli Hansen, Ingun Hentze og Annika Restorff Holm.
Tríggjar virðislønir eru: 30, 20 og 10 túsund krónur. Nú fer dómsnevndin at gera av, hvør skal fáa virðislønirnar. Í dómsnevndini eru Hans Pauli Tórgarð, Ásbjørn Berthelsen, Oddfríður Marni Rasmussen, Joanna Johansen og Óla Jákup Joensen.
Uppskotini eru send inn sum tekstur og nótar (pdf. format) ella sum mp3 fílar. Í kappingartreytunum varð m. a. sagt, at teksturin skuldi vera á føroyskum, nýyrktur, og at hann helst skuldi tala til størru børnini og tey ungu. Um lagið varð sagt, at tað skuldi vera nýgjørt og sangbart. Tað skuldi tískil ikki spenna um meiri enn ein oktav og hava sum minst av instrumentalum millumspølum.