Premier League
Sunnudagin endaði enska Premier League, og á seinasta leikdegnum var stórur spenningur í botnstríðnum, har trý feløg stríddust fyri at sleppa undan niðurflyting.
Dysturin á vøllinum var sum vanligt í 90 minuttir, men stríðið um plássini í Premier League er nógv meira enn bert eitt stríð um stig og heiður. Fyri tey feløgini, sum lógu til at flyta niður, var seinasta umfarið eisini spurningur um slakar 300 milliónir krónur.
Pengarnir í Premier League eru øgiligir, og við nýggju sjónvarpsavtaluni, sum kemur í gildi næsta kappingarár, fáa tey aftastu feløgini í Premier League eitt grundgjald á næstan 300 milliónir krónur fyri at taka lut í Premier League. Fyri feløgini, sum eru at finna í hinum endanum av deildini, er grundgjaldið upp í 550 milliónir krónur, og afturat hesum koma allar hinar inntøkurnar.
Jú, Premier League er tað gylta fótbóltslandið, har øll tey 20 feløgini, sum taka lut, á ein hátt eru vinnarar, og tí stóð nógv upp á spæl á vøllinum sunnudagin.
Sheffield var taparin
Undan seinasta leikumfari var tað greitt, at Watford og Charlton skuldu flyta niður í næstbestu deildini. Spenningur var tí um triðja niðurflytingarplássi, har Wigan, Sheffield United og West Ham øll vóru í vanda. Úrslitini av seinastu dystunum var avgerandi fyri, hvat av liðunum skuldi flyta niður.
Tað gjørdi ikki støðuna minni spenta, at júst Wigan og Sheffield United hittust í seinasta dystinum, og tað var greitt undan hesum dystinum, at tað liðið, sum tapti hendan dystin, mátti flyta niður. West Ham skuldi so royna at gera sítt í trupla útidystinum ímóti Manchester United.
Úrslitini av dystunum í gjár lagaðu seg soleiðis, at Sheffield United gjørdist stóri taparin og flutti niður. Wigan vann nevniliga dystin ímóti Sheffield United, og samstundis vann West Ham ímóti Manchester United.
Brotsspark tryggjaði sigurin
Øll málini í dystinum millum Wigan og Sheffield United komu í fyrra hálvleiki. Paul Scharner legði Wigan fram um eftir 14 minuttir, men Joanthen Stead javnaði í 38. minutti. Avgerandi málið gjørdi verjuspælarin David Unsworth, tá ið hann beint fyri hálvleikssteðgin skoraði við brotssparki.
Seinasta korterið mátti Wigan spæla við 10 monnum, eftir at Le McCulloch varð útvístur, men Wigan stóð ímóti stóra trýstinum frá Sheffield United.
Í dystinum millum Manchester United og West Ham kom bert eitt mál, og tað gjørdi argentinski spælarin Carlos Tevez. Hann fór fram við fleiri, áðrenn hann skoraði við einum góðum skoti.
Hann setti harvið punktum fyri einum rimmar comeback hjá West Ham, sum fyri bert fáum vikum síðani líktist einum vísum niðurflytara. Men íslendska felagið í Premier League megnaði at koma afturíaftur, og fangaðurin var óførur á Old Trafford, tá ið felagið hevði tryggjað sær plássið í Premier League næsta kappingarár.