90 minutes

eitur verkætlanin hjá heimskenda Lutz Phannenstiel, ið í løtuni kannar møguleikarnar fyri stuðli í Føroyum. Á einum tíðindafundi á Hotel Føroyum í gjár, greiddi hann føroyskum myndugleikum og vinnulívi frá verkætlanini

Lutz Phannenstiel er heimskendur fyri at vera tann fyrsti nakrantíð, ið hevur spælt yrkisfótbólt í øllum heimspørtum, har skipaður fótbóltur verður leiktur. Nú manglar hann bara Suðurpólin, men tað fer nú at broytast. Heimskendi fótbóltsleikarin fer at nýta høvið at skipa fyri einum dysti í seinasta heimspartinum á Antarktis við tí fyri eygað at forða heimstrupulleikanum Global Warming. Dysturin verður spældur í desembur 2009, og Lutz Phannenstiel ferðast nú runt til ymisk lond at søkja stuðul til verkætlanina og er hesar dagarnar er hann í Føroyum við konu síni, Amaliu Phannenstiel. 

Í gjár samlaðust føroysk vinnulív og myndugleikar á Hotel Føroyum, har verkætlanin varð greidd frá. Tvey lið fara at leika ímóti hvørjum øðrum. Annað liðið verður mannað av kendum fótbóltsleikarum, og hitt verður mannað av øðrum kendum. Lutz Phannenstiel avdúkaði, at millum annað kendi sjónleikarin Leonardo DiCaprio og tónleikarin Robbie Williams fara at manna annað liðið. Øll, ið leika, stuðla endamálinum at forða Global Warming og gera hetta ókeypis. Dysturin verður spældur á flogvøllinum í Punta Arenas, av tí at eingin rættur fótbóltsvøllur er á landinum. 

Fleiri dystir verða spældir áðrenn og eftir dystinum á Antarktis. Lutz Phannenstiel mannar eitt lið av dugnaligum fótbóltsleikarum og fer síðan at skipa fyri dystum ímóti øðrum landsliðum kring allan heimin. Í 2010 er ætlanin at leika í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.  Verkætlanin kemur at kosta einar 195 mió krónur tilsamans.  


Bara mannligir leikarar

40 Kendir fótbóltspælarar og 10 kendar stjørnur innan ymiskum yrkjum fara at leika á Antarktis í desembur næsta ár, men eingin konufólk eru ímillum hesu. Tá ið Sosialurin spyr Lutz Phannenstiel, hví hann bara nýtir mannligar stjørnur, tekur Amalia Phannenstiel, kona hansara, yvir.

- Mannfólkini hava ígjøgnum allar tíðir kempa og syrgt fyri kvinnunum. Lat teir kempa. Okkara uppgáva er at ansa eldstaðnum og børnunum.

Lutz Phannenstiel greiðir síðan frá, at tað ber ikki til at blanda mannfólk og konufólk, tá ið tað snýr seg um fótbólt.

- Tað mann ikki vera stórur munur á Madonnu og Robbie Williams á einum fótbóltsvølli, svarar ein úr salinum.


Føroyskir stuðlar

Lutz Phannenstiel samstarvar við filmsfyritøkuna >>Warner Brothers<<, ið saman við honum fer at framleiða fimm filmar um verkætlanina, har stuðlarnir verða vístir sum fyritøku og land. Filmarnir vera 90 minuttir langir, ið riggar til navnið á verkætlanini, og teir verða vístir á einari sjónvarpsrás í Týsklandi og á kendum sjónvarpsrásum sum >>Discovery<<, ið verður víst um allan heimin.

Verkætlanin er longu stuðlað av landstýrinum í Chile og í Russlandi, men enn er fíggjanin ikki nøktandi.

Hóast landstýrisfundur var í gjár, var landstýrið væl umboðað á tíðindafundinum. Høgni Hoydal, landstýrismaður í uttanríkismálum, Torbjørn Jacobsen, landstýrismaður í fiskimálum og Jóannes Eidesgaard, løgmaður vóru tilstaðar. Løgmaður greiddi frá, at tey høvdu onga beinleiðis ætlan at stuðla, men vildu kanna og sýna áhuga fyri verkætlanini. Elin Heinesen, stjóri á Samvit, stuðlar hugskotinum og umhugsar at gera verkætlanina til ein part av einum verkskeiði, stovnurin skipar fyri. Føroya Banki ætlar tó heldur ikki at stuðla verkætlanini.

- Bankin fer ikki at stuðla verkætlanini beinleiðis, men er kanska sinnaður at luttaka onkursvegna, um tað inngongur í føroysku ætlanini at branda landinum úteftir, sigur Sámal Kristian Jacobsen, marknaðarleiðari í Føroya Banka.

Eg haldi, at verkætlanin er áhugaverd, men onkursvegna alt ov stór.


Mynd 1:

Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, var á tíðindafundinum, har Lutz Phannenstiel greiddi frá sínari verkætlan. Løgmaður ætlar ikki beinleiðis at stuðla verkætlanini


Mynd 2:

Heimskenda fótbóltsparið Amalia og Lutz Phannenstiel eru í løtuni í Føroyum at søkja stuðul frá føroyskum vinnulívi og myndugleikum til eina verkætlan ímóti Global Warming


Mynd 3:

Á tíðindafundinum á Hotel Føroyum í gjár greiddi týski málverjin, Lutz Phannenstiel, frá fótbóltsdystinum, ið verður spældur á Suðurpólinum næsta ár