Soleiðis segði bretski lottovinnarin, Keith Gough, ið vann 90 milliónir krónru fyri fimm árum síðan.
Bakarin, Keith Gough, vann fyri fimm árum síðan 90 milliónir krónur, men hann hevði einki eftir, tá hann doyði fyri nøkrum døgum síðan av hjartaáðum.
Hann var 58 ára gamal, tá hann vann í lotti, men vinnurin gjørdist ein illbøn. Tvey ár eftir varð Keith skildur frá konuni aftan á 25 ár, og hann fór at drekka illa.
Hann brúkti pengarnar til vedding, fótbóltsdystir og skjótar bilar. Hann varð millum annað snýttur fyri ein stóran part av pengunum.
- Mítt lív var fantastiskt, segði Keith, men pengarnir spiltu mær tað. Hvat er meiningin við teimum, um tú fert grátandi í song? Eg ráði altíð fólkum til ikki at keypa sær lottoseðil.
Danske Spil gjørdi eina kanning í 2007, ið vísti, at bert tvey prosent av lottovinnarum kenna neiligar avleiðingar av vinninginum, skrivar Ekstrabladet.dk.