Mutu var ein tann fyrsti spælarin, sum varð keyptur til Chelsea, tá Roman Abramovich byrjaði at spýta sínar milliardir til felagið.
Keypsprísurin í 2003 á leið 160 milliónir, og fyrstu tíðina tóktist talan eisini vera um góða íløgu.
Kokain-nýtsla bar tó við sær, at samstarvið endaði alt annað enn væl. Spælarin fekk sekkin frá felagnum, og tó at hann síðani hevur spælt við Juventus og Fiorentina, so hevur støðugt verið kjakast um støddina á endurgjaldinum til fyrrverandi arbeiðsgevaran.
Í fjør varð semja gjørd um, at FIFA skuldi áseta upphæddina, og tað hevur altjóða fótbóltssamgongan nú gjørt.
Um Mutu hevur ráð at rinda bótina, er so eitt annað mál. Tí sjálvt hjá einum topp-spælara í dagsins pengamúgvandi fótbóltsheimi eru 90 milliónir nógvir pengar. Og tað ljóðar eisini, at Mutu nú vónar, at eitt felag, sum er enn ríkari enn Fiorentina, fer at bjóða honum sáttmála.