Fiskivinna
Í blaðnum í gjár høvdu vit greinar um smáa upsan, sum í hesum døgum verður frystur til útflutnings. Vit høvdu samrøðu við Leif Høj, stjóra á sølufyritøkuni, Fofish í Runavík, og vit bóru tíðindini um, at P/F Miðalsbrekka í Vestmanna, sum hevur skipini, Vestmenning og Fram, nú eisini frystir smáan upsa á frystigoymsluni í Kollafirði.
Í Saltangará verður fiskurin frystur umborð á russiskum skipi, sum liggur við bryggju. Í Kollafirði kemur frystiskip eftir fiskinum, tá ið hann verður avskipaður.
90 kør til virkingar
Skipini, Vestmenningur og Fram, hava landað fyrstu ferð í Kollafirði, og eru nú á øðrum túrinum, síðan avtalan um frysta fiskin til russiska marknaðin varð gjørd.
Í greinini í gjár vístu vit á, at tað er tann smái upsin hjá vestmannatrolarunum, sum verður frystur, meðan Føroya Fiskavirking keypir tann fiskin, sum er egnaður til virkingar.
Av fyrstu lastini hjá skipunum, har smái upsin skuldi frystast, keypti Føroya Fiskavirking 90 kør.
Onkur lesari hevur spurt, um báðar lastirnar hjá Vestmenningi og Fram fóru til frystingar, men tað fóru tær altso ikki.










