90 fólk dripin í ísraelskum álopum á Jabalia

Sambært palestinsku tíðindastovuni Wafa hava ísraelar framt ógvuslig álop á býin, Jabalia, og nógv fólk eru deyð.

Heilsumyndugleikarnir í Gaza siga, at í dag eru 90 fólk dripin í ísraelskum álopum á býin, Jabalia, har norðuri í Gazageiranum.

- Jabalia er ein býur, og hetta er eisini ein flóttafólkalega, sum varð skipað av ST, Sameindum Tjóðum, í 1948.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at legan varð ætlað palestinum, sum flýddu til Gaza, tá staturin Ísrael varð stovnaður.

 

Sambært palestinsku tíðindastovuni Wafa hava ísraelar framt ógvuslig álop á Jabalia, og fleiri tíggjutals fólk eru dripin.

 

Fráboðanirnar um álopini koma sama dag, sum uttanríkisráðharrarnir í Stórabretlandi, Týsklandi og Fraklandi heita á Ísrael um at seta í verk vápnahvíld.