Við flogfarinum vóru 90 føroyskir Liverpool-fjepparar, sum skulu hyggja at dystinum millum Liverpool og Newcastle á Anfield Road í dag kl. 13.30.
Stórur spenningur er undan dystinum, tí Liverpool jagstrar framvegis Manchester United í oddinum í Premier League, og Newcastle er í stórum niðurflytingarvanda.
Føroyska fjepparafelagið hjá Liverpool skipar fyri ferðini til Liverpool, og fjeppararnir koma aftur í kvøld.
Ferðin til Liverpool hevur verið fullteknað í fleiri mánaðir, og eitt skifti stóðu nærum 100 fjepparar aftrat á bíðilista at sleppa við.