90 fólk á nátaveitslu

Leygarkvøldið var stór nátaveitsla í Royndarhúsinum í Nólsoy

Tá nólsoyingar leygarkvøldið bjóðaðu til nátaveitslu, høvdu tey dekkað borð til 90 fólk. Úr Nólsoy verður sagt, at bert nøkur heilt fá pláss vóru eftir, og tí var talið av fólki, sum hetta kvøldið høvdu leitað sær til góðan mát og hugna, næstan 90.
Hetta er eitt stórt tal í eini bygd, har íbúgvaratalið bert er 222 fólk.
Á veitsluni í Nólsoy var gott undirhald, bæði við skemti og tónleiki, og tá sjálvt borðhaldið var av, varð dansað til langt út á náttina.
- Tiltakið eydnaðist stak væl, og vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna.
Úr Nólsoy verður sagt, at tey, sum vóru við á nátaveitsluni, í fyrsta lagi vóru nólsoyingar, sum búgva í Nólsoy og síðan nólsoyingar, sum búgva aðrastaðni.
Við á nátaveitsluni vóru eisini fólk við ymiskum tilknýti til bygdina.