Tað var í jólafrítíðini í fjør, at ein ungur maður saman við øðrum var farin í býin. Nakað eftir miðnátt tann 27. desember er hann komin í Steinatún, og har ber hann eyga á ein annan ungan mann, sum honum als ikki líkar. Orsøkin er, at hesin trý ár framman undan hevði neyðtikið eina vinkonu hansara.
Komin yvir til mannin slær hann hendan hart eina ferð við knýttum neva, og so hart var slagið, at slidni maðurin fekk eina flengu undir vinstra eyga, sum mátti seymast við tveimum pentum.
So endaði hendan hendingin fyri so vítt, men tveir dagar seinni møtast hesir báðir aftur. Hetta var í Bøkjarabrekku yvir av Lindini, har órættaði stendur og tosar við nakrar ungar gentur. Ákærdi kemur tá yvir til hann. Hvat síðani hendir, er ikki full semja um.
Ákærdi segði, at hann bert tosaði við unga manin og heitti á hann um at taka skuldsetingarnar aftur, millum annað við teirri grundgeving, at »tað fór at verða lættari fyri báðar partar«.
At byrja við noktaði órættaði, men játtaði síðani at taka skuldsetingina aftur. Teir skiltust síðani við lógvataki.
Men meðan ákærdi segði alt fara fram í sátt og semju, hevði órættaði og tvey onnur vitnir aðra frágreiðing.
Ikki samd um revsing
Órættaði greiddi frá, at hann at byrja við ikki vildi taka skuldsetingina aftur, men av tí at hann kendis eg hóttan, og var bangin fyri at verða sligin aftur, játtaði han at taka suldsetingina aftur. Fyri at fáa ákærda at fara, sum hann málbar seg.
Tvey onnur vitni, ávikavist 14 og 15 ár, høvdu ta uppfatan, at ákærdi virkaði hóttandi og ágangandi, og »droppar tú ikki málið, eru vit ikki kvitt«, var ein vending, ið sambært vitninum varð nýtt.
Í proseduruni vísti ákærin, Linda Hesselberg á, at slagið var so mikið hart, at órættaði mátti á Skaðastovuna at verða seymaður við tveimum pentum, og bara slagið í sjálvum sær eigur at geva 40-50 dagar treytaleyst.
Hon segði, at sjálvtekt ikki kann góðtakast, og at talan var um skerpandi umstøður, at so long tíð er liðin, síðani neyðtøkumálið var fyri, og at maðurin hevði sitið tann dómin av sær.
Ein slíka hóttan kostar millum 30 og 90 dagar, og tí mælti ákærin til, at dómurin gjørdst 90 dagar treytaleys fongsulsrevsing.
Verjin, Óla Jákup Kristoffersen, var sjálvandi ikki samdur. Hann vísti á, at í forholdi tvedy (hóttan) stóð orð móti orði, og at órættaði einki nevndi um hóttan, fyrr enn ákærin minti hann á politirapportina.
Hann helt heldur ikki, at vitnini vóru samd innanhýsis um, hvat veruliga var farið fram, og hann mælti tí til eina revsing á 30-40 dagar treytaðan dóm.
Strangur dómur
Eftir at hava hugsað seg um eina løtu, kom dómarin aftur og kunngjørdi dómin. Tað gjørdst til 90 dagar treytaleysa fongsulsrevsing.
Í grundgevingini gav dómarin ákæranum rætt í tí, hon førdi fram í proseduruni. Sjálvtekt kann ikki góðtakast, serliga ikki, tá málið var so gamalt og ikki minst, at dømdi neyðtøkumaðurin hevði bøtt fyri sínar misgerðir.
Tá maðurin hevur sitið sín dóm, hevur hann eisini ein rætt at koma víðari við lívinum, segði dómarin.
Hann metti tí forhold eitt at hava skerpandi umstøður, og somuleiðis kom tað undir skerpandi umstøður, at ákærdi seinni royndi at hótta órættaða, at taka skuldsetingarnar aftur.
Kortini má tað metast sum ein sera hørð revsing fyri ákærurnar, serliga sæð í mun til aðrar dómar, har menn kunnu stinga hvønn annan og bert fáa eitt slag á fingrarnar fyri tað.
Ákærdi og verji hansara fara nú at umhugsa, um teir skulu kæra dómin inn fyri Landsrættin.