Gransking
Í eini grein í kenda tíðarritinum, "Nature", siga høvundarnir, fiskivinnufrøðingurin, Ransom A. Meyer og Boris Worms, sum starvast við Dalhousie Universitetið í Halifax í Kanada, at heili níti prosent av stovnunum av stórum rovfiskum í heimshøvunum kunnu vera oyddir.
Orsøkin er ídnaðarveiðan.
Granskararnir halda, at teirra kanning er slóðbrótandi, tí hetta er fyrstu ferð, at víst verður á, hvussu stovnar í ymiskum økoskipanum hava havt somu dramatisku niðurgongd.
Granskararnir hava eitt nú kannað ymisk tunfiska-og svørfiskasløg á opnum havi, og teir hava eisini kannað tosk, flatfisk og skøtu á innaru leiðunum.
Sum skilst, hava Meyer og Worms ikki kannað tosk ella onnur fiskasløg í útnyrðingspartinum av Atlantarhavinum, men hava hinvegin kannað kollapsið av toskinum á bankunum útfyri Norðurameriku.
Í kanningini hava teir roknað út støðuna hjá fiskastovnunum, áðrenn ídnaðarveiðan byrjaði.
Teir hava eisini brúkt veiðihagtøl hjá japanskum pelagiskum línubátum, sum hava flutt fiskiskapin eftir eitt nú tunfiski og svørfiski runt á heimshøvunum, tí hesir stovnar eru minkaðir so nógv.
Niðurstøðan hjá Meyer og Worms er, at veiðan eftir nevndu rovfiskastovnum minkaði nógv longu árini frá 1960-1970, til hon í dag er vorðin hættisliga lítil.