9 sekund á muni

Leygardagin skipaðu Bragdið og Tryggingarfelagið Føroyar fyri 3. umfarinum av TF Vetrarkappingini

renning

Kappast varð í fleiri ymiskum bólkum, men sum kortini endaðu á sama staði, beint við høvuðsskrivstovuna hjá Tryggingini á Kongabrúnni í Havn.
Úrslitið av kappingini sæst niðanfyri. Spenningurin var stórur í kappingini hjá monnum, men tá avtornaði var Sigurd Justinussen úr Bragdinum 9 sekund frammanfyri avbjóðaran Guttorm Sørensen úr Treystinum.
Henda TF-kappingin er ein vetrarkapping í seks umførum, har trý tey seinastu vera í januar, februar og mars næsta ár. Tá fæst eisini at vita, hvør gerst vinnari í hvørji einstakari kapping.

Úrslitini frá kappingini í gjár vóru annars hesi:

Dreingir
NrtíðNavn, felag
113,40Jan Elmar Sørensen, Treysti;
214,46Rúni Seloy, Bragdið;
315,09Eli Falkvard, Frælsi.

Gentir
115,39Bjørk Herup Olsen, Bragdið;
216,11Rannvá Djurholm, Bragdið.

Mannsunglingar
145,25Álvur F. Christiansen, Treysti.

Kvinnur
158,54Kristina Samuelsen, Tórshavn;
259,54Durita Djurholm, Bragdið;
360,26Susan Jacobsen, Treysti.

Menn
Veteranar
145,55Jósvein Herup Olsen, Bragdið;
247,20Tummas Joensen, Treysti;
347,24Steindor Hjaltalin, Bragdið.

Menn
141,42Sigurd Justinussen, Bragdið;
241, 51Guttorm Sørensen, Treysti;
345,25Álvur F. Christiansen, Treysti.