Jóhan, sum bert er 9 ára gamal, hevur, frá tí hann dugdi at ganga, víst, at fótbóltur er hansara eitt og alt. Jóhan hevur góð evni í blóðinum, tí pápin Manni Waag Høgnesen var í fleiri ár stinnur í KÍ-málinum. Eittnú á tí so kenda 66-liðnum. Stóribeiggi hjá Jóhan, Símun Waag Høgnesen, var við á liðnum hjá KÌ, sum vann meistarheitið 1999, so tað kann sigast, at hetta gongur í arv.
Skoytast kann uppí her, at abbin, Símun Waag Høgnesen, sum er kendur sum koyrilærari í Klaksvík, varð føroyameista við 1 deild hjá KÌ í 1945.
Feðgarnir báðir fóru fríggjdagin niður til Keypmannahavnar. Pápin hevur fyri einum mánaði síðan gjørt avtalu við Brøndby, at Jóhan kundi koma at telentvenja, nú ein venjingarlega fyri mini-putt dreingir var løgd um hetta mundið.
Pápin sigur, at tað eru fleiri sum vísa Jóhan ans, og tí hevur hann roynt at stuðla soninum og koyrt hann til venjingar í Klaksvík, eins og hann sjálvandi hevur fylgt við í dystunum, sum sonurin hevur spælt.
Pápin heldur, at tað er neyðugt, at dreingir í hesum aldrinum fáa nakrar avbjóðingar. Og hví ikki brúka tíð uppá hetta, heldur enn uppá ein ferð suðureftir, tí her fær Jóhan stóra gleði.
Sosialurin hitti Jóhan, tá feðgarnir vóru á veg á flogvøllurin. Jóhan sigur, at hann er sera spentur, tí einafer í framtíðini ætlar hann sær at verða professionellur fótbóltspælari.
Jóhan sigur, at hann spælir við við smápiltunum hjá KÍ, og at teir í ár hava verið til fýra innandurðakappingar, har KÍ- smádreingirnir hava vunnið tær tríggjar.
- Tað seinastu mundu vit vunnu. Tað bleiv avgjørt við straffi, og vit taptu. Men í øllum kappingunum kom einki mál inn hjá okkum, sigur hann við einum smíli.
Pápin og Jóhan koma aftur frá talentvenjingini um páskirnar.