9 pør í finaluna

32 pør spældu við í FM semifinaluni fyri pør 16. mars

Spælt var í tveimum røðum, og komu 9 pør úr hvørjum raði víðari í finaluna, sum verður spæld 20. apríl í Bridgehúsinum í Havn. Kappingin gekk stak væl, kappingarleiðari var Símin Lassaberg, og við telduna syrgdi Jógvan Juel Rasmussen fyri, at tey røttu úrslitini komu upp á veggin at hanga. Byrjað var at spæla kl 13, og eftir 60 spøl kl 22 um kvøldið var greitt, hvørji 18 pør fóru í finaluna:

Rað A
1 Robert Langgaard ? Eyðun Anthoniussen85
2 Helgi Joensen ? Eyðun Joensen74
3 Heðin Mouritsen ? Jóannes Mouritsen73
4 Per Kallsberg ? Dánjal Pauli Mohr52
5 Magni Jøkladal ? Árant Berjastein50
6 Hallberg Arnfríðsson ? Kaj Alstrup46
7 Jógvan Ranghamar ? Atli Hansen30
8 Niels Nielsen ? Bjarki Johannesen14
9 Hanus Bærentsen ? Steingrím Weihe-7

Rað B
1 Marner Joensen ? Dia Jacobsen45
2 Arnbjørn Sivertsen ? Hans Jacob Petersen42
3 Bogi Simonsen ? Rói á Rógvu Joensen41
4 Gunnar Mouritsen ? Fríðrik Heinesen26
5 Jens Pauli G. Nolsøe ? Høgni Hansen25
6 Petur Annfinn Johannesen ? Eilif Petersen13
7 Carl Mikkelsen ? Egil Helmsdal 7
8 Eyðun Jensen ? Pól Joensen 4
9 Eyðun Jakobsen ? Øssur Winthereig-10


Vit skulu síggja eitt spæl frá FM semifinaluni.

Spæl A25
N/EV?
©
®
ßAJ1052
J5
AQ1098
4
?
©
®
ßK973
83
KJ75
Q105?
©
®
ß-
KQ764
4
AK98763
?
©
®
ßQ864
A1092
632
J2

VNES
Petur A
JohannesenHans J
PetersenEilif
PetersenArnbjørn
Sivertsen
-1sp2hj2sp
pass3kl4kl4sp
5klpasspassD
passpasspass

Skeivar hendur eru ofta spennandi at melda, og fær hugflogið í gongd hjá spælarum. 2hj hjá Eilif er merkt av, at tað er parakapping ? tað loysir seg betri at melda major kontrakt heldur enn minor. 3kl hjá Hans Jacob vísti singleton og inviteraði til útgang. Tá Eilif meldaði kleyvaran, hevði Petur Anfinn eina torføra avgerð. Hann hevði hampuliga góð kort og skuldi velja ímillum at stuðla kleyvaran hjá makkaranum ella at dupla 4sp. Teir vóru í hættuni, so hann metti tað vera best at melda útgang. Kanska er duplingin hjá Sunnan nakað hørð, men í parakapping skal man dupla ofta fyri at fáa gott úrslit. Norðan hevði eisini víst eina sterka hond, og hansara pass til 5kl er eitt slag av kravpassi, ið biður makkaran dupla ella melda 5sp.
Útspælið var kl2. Eilif tók á borðinum, spældi hjartara til Q og ess, fekk kleyvara aftur, spældi hjartara til kongin og trumfaði ein hjartara. Nú vóru ikki fleiri trumfir eftir á borðinum, og mótspælið skuldi hava eitt stikk í hjartara afturat og fyri rú ess. Úrslitið var ein duplaður niður í hættuni, 200 til NS. Men tað gav umleið miðal, tí eitt par var farið tveir duplaðir niður í 6kl (500), og eitt annað par hevði roynt seg í 4hjD og fýra eftir hæli (1100).
Trumfur skal út fyri at seta 5kl.

Føroya Tele Cup
Tann 6. apríl verður skipað fyri tí stórstu parakappingini, ið hevur verið í Føroyum tey síðstu nógvu árini. Kappingin er væl stuðlað av Føroya Tele og hevur tískil fingið navnið Føroya Tele Cup. Allir peningurin, sum kemur inn frá Føroya Tele Cup, fer óskerdur til tey bæði føroysku landsliðini, ið skulu til Italia at spæla við í EM í juni.
Pláss er fyri 40 pørum til kappingina, sum verður spæld í Bridgehúsinum í Havn, og er seinasta freist at boða frá luttøku mikukvøldið 3. apríl, hjá Boga Simonsen 318811 (heima) 228596 (fartelefon) ella hjá Marjun Restorff 319142 (heima). Byrjað verður kl 10:00 um morgunin og spæld verða umleið 60 spøl. Kappingin verður skipað sum ein barometurkapping. Føroya Tele letur nógvar sera góðar vinningar til kappingina.