9 milliónir afturút

Nýggi sáttmálin tekur ein stóran part av vinninginum og harvið grundarlagnum undan flakavirkjunum, metir fíggjarstjórin, Leivur Michelsen

VERKFALL

Fíggjarstjórin hjá Føroya Fiskavirking var ikki nøgdur við sáttmálan, ið varð undirskrivaður hóskvøldið.
Leivur Michelsen er fíggjarstjóri hjá Fiskavirking og nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
?Vit kendu okkum sum gíslar í sambandi við støðuna hjá alivinnuni. Tískil vórður vit noyddir at skriva undir, sigur Leivur Michelsen.
Víst hevur fleiri ferðir á, at Føroya Fiskavirking kann koma at svíða fyri ein høgan lønarvøkstur, tí fyritøkan livir av útfluttningi.
?Tað er lætt at rokna út. Vit høvdu beint yvir eina millión arbeiðstímar í fjør. Teir eru nú vorðnir níggju prosent dýrari, og hetta merkir eina meirútreiðslu upp á níggju milliónir, sigur Leivur Michelsen.
Føroya Fiskavirking kundi í fjør vísa á eitt yvirskot áljóðandi seytjan milliónir. Tískil skuldi Fiskavirking havt ráð til hetta, men so er ikki, sigur Leivur.
?Vit skulu hava eitt stórt yvirskot sum eitt so stór fyritøka. Hetta er ikki gott fyri okkum, sigur Leivur Michelsen.
Fólk á Fiskavirking eru so smátt farin aftur til arbeiðis. Hvussu teirra kundi vænta at verða uppsøgd ella líknandi, vil Leivur ikki siga nakað um.
?Tað er alt ov tíðliga at siga nakað. Vit koyra higartil sum vant, sigur Leivur Michelsen.
Spurdur, um hann heldur verkfallið var vert tað, sigur hann, at tað er ringt at siga, men upprunaligu krøvini hjá arbeiðarafeløgunum kundu als ikki góðtakast.
Annars vísir Leivur á, at hetta við tílíkum ikki ber til, og ein nýggj skipan má finnast.
?Vit tora ikki at gera so nógv í mai, tí eitt verkfall hóttir. Hetta ber ikki til í longdini, og vit mugu finna ein annan leist, har nakrar nýggjar meginreglur verða orðaðar, sigur Leivur Michelsen.