Tað var dramatikkur kring alt landið í gjár, tá 12. umfar í Effo-deildini var. Ongastaðni so nógvur sum á Skála, har TB/FCS/Royn við níggju monnum kom afturíaftur, eftir at hava verið aftanfyri 2-0.
Síggj samandráttin við at trýsta HER
3-2 sendingin hjá Kringvarpinum hevur nú lagt samandráttin út. Og talan er veruliga um dramatikk har venjari hjá suðuroyingum eisini er litfagur í bæði samrøðu og jubli.
Skála – TB/FCS/Royn 2-2 (2-0)
1-0: Pætur Dam Jacobsen (br.)
2-0: Jákup Johansen (br.)
2-1: Búi Egilsson
2-2: Dánjal Godtfred
Reyð kort: Mats Walberg (TB/FCS/Royn), Poul Ingason (TB/FCS/Royn)
NSÍ – KÍ 2-2 (1-0)
1-0: Bárður J. Hansen
1-1: Semir Hadzibulic
1-2: Páll A. Klettskarð
2-2: Klæmint A. Olsen
B36 – HB 2-2 (1-0)
1-0: Gestur B. Dam
1-1: Sebastian Pingel
2-1: Philip Lund
2-2: Aleksandar Stankov (br.)
07 Vestur – ÍF 3-2
0-1: Ari Ó. Ellingsgaard
1-1: Søren B. Nielsen
2-1: sjálvmál
2-2: Andy Ó. Olsen
3-2. Gunleif Magnusarson
EB/Streymur – Víkingur 0-1
0-1 Filip Djordjevic
Støðan í Effodeildini eftir 12 umfør:
1. Víkingur 26 stig (+16)
2. KÍ 26 stig (+9)
3. NSÍ 21 stig
4. HB 17 stig
5. TB/FCS/Royn 16 stig
6. B36 14 stig
7. EB/Streymur 11 stig
8. 07 Vestur 11 stig
9. Skála 10 stig
10. ÍF 6 stig