9 kommunur í Føroyum

Í framtíðini skulu tað vera níggju kommunur í Føroyum.
Hetta er tað, sum nú liggur í kortunum hjá samgonguni, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Ein politiskur fylgibólkur hevur arbeitt við at nýskipa kommunubygnaðin og hann er samdur um, at frá 1. januar 2013, skulu Føroyar verða níggju kommunur.
Tað merkir, at tá ið val til kommunustýri verður aftur á heysti í 2012, verður bara valt til hesar somu níggju kommunurnar.
Tær níggju kommunurnar, sum Føroyar verða býttar sundur í, eru:
1: Norðoyar Kommuna, sum skal fevna um Fugloyar- Viðareiðis- Hvannasunds- Húsa- Kunoyar og Klaksvíkar Kommunu.
2: Eysturøkið, ið skal fevna um Eystur Kommunu og Fuglafjarðar Kommunu.
3: Skálafjarðar Kommuna, ið fevnir um Nes Kommunu, Runavíkar Kommunu og Sjóvar Kommunu.
4: Sundalagið, ið fevnir um Sunda Kommunu og Eiðis Kommunu.
5: Vesturøkið, ið fer at fevna um Vestmanna og Kvívík.
6: Vága Kommuna fer at fevna um Vága- og Sørvágs Kommunu.
7: Suðurstreymoyar kommuna verður óbroytt. Hetta er økið, sum nú eitur Tórshavnar Kommuna.
8: Sandoy og Skúvoy verða ein kommuna.
9: Suðuroy verður ein kommuna.
Vir hava fleiri greinar um hetta á internetsosialinum.