Kanningar hjá danska heilsustýrinum vísa, at nógvir nýføðingar hava nikotin í blóðinum, tí mamman hevur roykt, meðan hon hevur gingið við barninum -Tað er ørkymlandi, at tað framvegis eru so nógvar kvinnur, sum roykja, meðan tær eru við barn, men hetta vísir eisini, hvussu torført tað er hjá summum at leggja av at roykja, sigur Jørgen Falk hjá heilsustýrinum við metroxpress.
Síðani fyrst í nítiárunum hava danskar kvinnur ferð eftir ferð fingið at vita, hvussu skaðiligt tað er at roykja, meðan tær eru við barn, men ávaringarnar hava eftir øllum at døma ikki havt stórvegis ávirkan.
Ein nýggj kanning vísir, at pinkubørn, sum hava verið fyri ávirkan av tubbaki, eru í serliga stórum vanda fyri at fáa eina ADHD-líknandi atferð. Eitt nú vísa kanningar, at roykir mamman meiri enn 10 sigarettir um dagin, er 32 prosent størri vandi fyri, at børnini fáa trupulleikar við at hugsa gjølla og at tey gerast asosial, skrivar metroxpress.