9 hermenn deyðir á amerikanskari Nato-herstøð

9 hermenn úr USA eru deyðir í ógvusligum bardaga við eina amerikanska herstøð í Eystur-Afghanistan. Ein amerikansk herstøð við Kunar har eysturi í Afghanistan, varð álopin av talibanum. Bardagin hevur verið áhaldandi - teir hava barst í allan dag, verður sagt úr Afghanistan.

Nógvir taliban-herðmenn eru eisini falnir í bardaganum í dag.

Taliban-álopið var væl skipað, teir lupu á samstundis úr øllu ættum, álopið er helst tað blóðugasta, sum amerikanar hava verið fyri í fleiri ár í Afthanistan.

Íalt eru nú 544 amerikanskir hermenn deyðir í Afghanistan, síðani Taliban-stýrið varð koyrt frá í 2001, skrivar NRK.