Síðani hósdagin hava føroysku svimjararnir verið til kappingarstevnur í Danmark, bæði á Køge Open og DMK 2014, og er seinasta finalan seinni í dag.
Hósdagin vann Magnus Jákupsson gull í 100 metrum fyri bæði blandaðari svimjing og ryggsvimjing, umframt vann Magnus bronsuheiðursmerki á 50 metrum frí. Pál Joensen og Frans Johannesen svumu í somu grein, og gjørdist tað til ávikavist gull heiðursmerki og bronsu.
Sigursgongdin hjá føroyingum steðgaði ikki her. Dagin eftir ognaði Magnus Jákupsson sær tvey donsk meistaraheiti afturat, tá ið hann á donsku meistarastevnuni á stuttgeil vann finaluna í 50 metra firvaldasvimjing við tíðini 24.08, og finaluna í 50 metra ryggsvimjing við tíðini 24.86. Í gjárkvøldið vann hann eisini eitt bronsuheiðursmerki í DM finaluni á 100 metrateininum í frívsvimjing.
Á Køge Open stevnuni eydnaðist tað eisini Janu Thomsen at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki fyri gentur í aldursbólkinum 14 ár og eldri.
Føroyingarnir hava sostatt vunnið heili níggju heiðursmerki undan seinastu finalunum, sum verða seinni í dag.
Svimjiheimasíðan, svimjing.com, boðar frá, at Magnus Jákupsson og Pál Joensen megnaðu tilmeldingartíðirnar til seinastu finalurnar í hesum umfarinum, sum teir fara at svimja seinni í dag.
Magnus Jákupsson skal svimja 100 metrateinin í firvaldi, har hann eigur triðbestu tíðina og Pál Joensen skal royna seg á 1.500 metrum í frísvimjing, har hann er tilmeldaður við bestu tíðini.