Í august mánaða í ár hava verið 8,3% færri ferðafólk um floghavnina samanborið við august í fjør. Í august í ár eru 23.902 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 8,3% færri enn í august í fjør, tá talið var 26.078.
Afturgongdin var 8,1% á Danmarkar farleiðunum, 44,9% á Noregs leiðunum og 6,7% á Íslands leiðunum. Á Bretlands leiðunum hevur hinvegin verið ein framgongd uppá 8,9% í august mánaða.
Higartil í ár hava tilsamans 145.480 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 9,2% færri enn sama tíðarskeiðið í fjør, tá talið var 160.250. Higartil í ár hevur afturgongd verið á Danmarkarleiðunum við 8,2%, Noregsleiðunum við 21,2% og á leiðunum til Stórabretlands við 32,4%. Einastu leiðir, ið higartil vísa vøkstur, eru Íslandsleiðirnar við 6,1% fleiri ferðafólkum enn sama tíðarskeið í fjør.
Í august hava verið 525 fráferðir og komur. Hetta er 10,9% færri enn í august í fjør tá 589 fráferðir og komur vóru.
Higartil í ár eru 3.316 flogfør komin og farin. Hetta er 17,0% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 3.993 flogfør komu og fóru.
Samlaða farmamongdin hevur higartil í ár verið 555,6 tons ella 2,4% meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.