897 søkja á stóru miðnámsskúlarnar

Aftur í ár eru eitt hav av umsóknum komnar inn á stóru miðnámsskúlarnar í landinum. Seinasta freist at søkja um upptøku til komandi skúlaárið var í gjár, og í alt liggja heili 897 umsóknir á borðinum hjá leiðslunum kring landið.

Í fjør var vøksturin á miðnámsskúlanæmingum størri enn flestu skúlarnir høvdu væntað. Aftur í ár eru nógv, ið ynskja at sleppa at nema sær útbúgving á miðnámsskúlunum í Føroyum. Sostatt heldur vøksturin á fram, og áðrenn teir umsøkjararnir, sum ikki eru skikkaðir, eru sáldaðir frá, eru alt ov nógvar umsóknir komnar til miðnámsskúlarnar.

Hóast seinasta freistin at søkja var í gjár, sleppa tó framvegis tær umsóknirnar við, sum vórðu koyrdar í postkassan í gjárkvøldið.

Mads Winther, rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiðið, sigur, at orsøkin til at so nógv hava søkt inn á studentaskúlan og HF-skeiðið, er, at árgangurin, ið fer úr fólkaskúlunum hesuferð, er so stórur. - Eg haldi somuleiðis, at fleiri velja at fara beinleiðis úr 9. flokki og á miðnámsskúla heldur enn at taka 10. flokk fyrst.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$21% yvir miðal til Hoydalar
Á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum hava 277 næmingar søkt um upptøku - 113 málslingar, 100 støddfrøðingar og 64 HF'arir. Verða allir umsøkjararnir upptiknir, fer skúlin at hava átta nýggjar flokkar skúlaárið 06/07:

- Eftir hesum at døma verða tað 4 flokkar á málsligu deild, 4 flokkar á støddfrøðiligu deild og 2 HF flokkar. Men Mentamálaráðið tekur sjálvandi endaligu avgerðina um, hvussu nógvir nýggir flokkar skúlin skal hava komandi skúlaár, sigur Mads Winther.

Í fjør fekk skúlin 297 umsóknir - t.e. 20 fleiri enn í ár, men um vit taka eitt miðaltal seinastu sjey árini, liggur talið á umsóknum, skúlin í ár hevur fingið, 21% yvir miðal.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Øll sleppa í skúla í Vági - í Hoydølum er plásstrot
Á Miðnámsskúlanum í Vági hava tey fingið 29 umsóknir upp í hendi - 9 umsóknir frá málslingum og 20 frá støddfrøðingum.

Heidi Hammer, skrivari á skúlanum, váttar, at øll tey, ið eru skikkað, sleppa inn, og eftir ætlan verða tveir flokkar - ein málslig deild og ein støddfrøðislig deild.

Í fjør søktu nakrir suðuroyingar inn á Studentaskúlan í Hoydølum og Handilsskúlan í Havn, men ikki allir teir næmingarnir sluppu inn. Men í Miðnamsskúlanum í Vági er aftur í ár rúm fyri hesum næmingunum, tí skúlin hevur eins og í fjør færri umsóknir enn undanfarin ár:

- Eru ov nógvir skikkaðir næmingar á skúlunum í Havn, verða umsóknirnar frá suðuroyingunum sendar aftur til Miðnámsskúlan í Vági ella kann næmingarnir velja at fara á ein bíðilista, leggur Heidi Hammer at enda afturat.

Mads Winther sigur, at eins og í fjør hevur Studentaskúlin í Hoydølum plásstrot og tí er gott, um næmingar úr Suðuroy kunnu ganga á Miðnámsskúlanum í Vági:

- Tá vit, sum nú, hava plásstrot, er tað betri, um næmingar, sum koma úr økjum, har ein miðnámsskúli er, søkja um upptøku á skúlanum á staðnum. Undir serligum umstøðum sleppa næmingar aðrastaðnis frá tó at ganga í Hoydølum - støða verður tikin til hetta út frá umstøðunum hjá hvørjum einsakum næmingi. Men sum tað sær út nú, megna vit heldur ikki í ár at taka allar næmingarnar, ið søkja aðrastaðni frá, inn á skúlan.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kambsdalur fullsettur
Studentaskúlin á Kambsdali er eins og í fjør fullsettur. 117 næmingar - 52 málslingar, 41 støddfrøðingar og 24 HF'arir - hava í alt søkt um upptøku til komandi skúlaárið. Hetta eru bert tríggjar umsóknir færri enn í fjør, men rektari á skúlanum, Sámal í Skorini væntar, at tá dagurin í dag er farin, ligga eini 5 umsóknir á borðinum afturat.

- Eg giti mær til, at tá avtornar hava vit tveir flokkar á málsligu deild, tveir á støddfrøðiligu deild og ein flokk á HF-skeiðnum. Av teimum 117 umsóknunum, vit hava fingið, eru helst eini 5-10%, ið ikki eru skikkað at sleppa inn. Vit taka vanliga ikki næmingar inn á skúlan, ið hava undir 8,0 í miðal í próvtali.

Fyri bert trimum árum síðan søktu vanliga 80-85 næmingar um upptøku á skúlan á Kambsdali, men seinastu trý árini hava tølini liðið langt yvir miðal.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Undirsjóvartunnilin broytir einki
Nú undirsjóvartunnil verður millum Klaksvík og Leirvík var kanska væntandi, at fleiri umsóknir fóru at koma til skúlan á Kambsdali. Men so er ikki. Í hvørtfall ikki, sum støði verður tikið í samlaða talinum av umsóknum til skúlan.

Sámal í Skorini sigur, at tey høvdu væntað eina broyting í umsóknartalinum, nú Norðoytunnilin letur upp:
- Men higartil hava vit ikki merkt til nakra broyting.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$HF- skeiðið í Klaksvík økist
Talið á umsøkjarum til HF-skeiðið í Klaksvík er á leið tað sama, sum í fjør. 31 umsóknir eru komnar á borðið hjá stjóranum, men verður hugt eftir árunum frammanundan økist talið á umsóknum framvegis munandi:

- Tá arbeiðsloysið er stórt, hava vit fleiri næmingar á skúlanum, men so skjótt nógv arbeiði er til taks, lækkar talið á næmingum aftur. Nú tunnilin somuleiðis letur upp í næstum, leggja vit á skúlanum eisini til merkis, at tey ungu heldur ynskja at fara til Kambsdalar at ganga á studenta- og handilsskúla, sigur Sigrun Skálagarð deildarleiðari á HF-skeiðnum í Klaksvík.

Í fjør hevði HF-skeiðið í Klaksvík nóg mikið av umsøkjarum til tveir flokkar, men ráðini vóru ikki til taks, og tískil varð bert ein flokkur stovnaður:
- 19 stóðu á bíðilista, og av teimum 19 sluppu bert tvey inn í flokkin. Um øll 31, ið hava søkt í ár, eru skikkað at sleppa inn á skúlan, verður aftur ein bíðilisti í ár, tí bert 24 sleppa í ein flokk. Men í ár hava við fingið játta pening til tveir flokkar, so um eini 8 umsóknir koma við postinum í dag, verða helst tveir flokkar í HF-skeiðnum í Klaksvík komandi ár.


<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Handilsskúlarnir fullteknaðir
Báðir Handilsskúlarnir í Føroyum eru fullteknaðir. Á Handilsskúlanum í Havn eru í alt 272 umsóknir - 155 FHS'arir, 117 HH'arir - komnar við postinum. Bert ein umsókn skilur talið av umsóknum frá í fjør, og er hetta talið í heila tikið sera stórt:

- Enn vita vit ikki, hvussu nógvar flokkar Mentamálaráðið játtar okkum at fáa, men sum tølini síggja út nú, er eingin ivi um, at tað ikki fer at bera til at taka ímóti øllum teimum næmingunum, ið hava søkt, sjálvt um teir eru skikkaðir, ásannar Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla í Havn.

Páll Isholm, stjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali, sigur, at 171 umsóknir eru komnar til teirra í ár:

- Tað er á leið tað saman sum í fjør. Eftir ætlan fara vit at hava 4 FHS flokkar og 2 HH flokkar. Heldur hetta, sleppa øll, ið lúka krøvini inn til FHS, meðan eini 20 næmingar til HH noyðast at taka til takkar við einum bíðilista.
 
 --


<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fakta:
 
Umsóknir, ið stóru miðnámsskúlarnir hava fingið:
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Studentaskúlin & HF-skeiðið í  Hoydølum:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Í alt 277 umsóknir: 113 málslingar, 100 støddfrøðingar og 64 HFarir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Studentaskúlin & HF-Skeiðið á Kambsdali:
 - Í alt 117 umsóknir: 52 málslingar, 41 støddfrøðingar og 24 HFarir.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Miðnámsskúlin í Suðuroy:
 - Í alt 29 umsóknir: 9 málslingar, 20 støddfrøðingar.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$HF-Skeiðið í Klaksvík:
 - Í alt 31 umsóknir: í fyrstu atløgu bert ein flokkur.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Handilsskúlin á Kambsdali:
 - Í alt 171 umsóknir: 101 FHSarir og 70 HHarir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Handilsskúlin í Havn:

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
- Í alt 272 umsóknir: 155 FHSarir, 117 HHarir.