Tá blokkstuðulin hækkar 8,6 milliónir krónur, so kostar hvørt starvið sambært løgmanni 215.000 krónur. Og er tað rætt, at løgmaður skal siga 40 fólkum færri upp fyri hesar 8,6 milliónirnar, so má hann siga 890 fólkum úr starvi fyri tær 191,4 milliónirnar, sum hann ikki fekk.
Og tá løgmaður kortini dróg upp á tað og segði »ella 30 fólk...«, so kostar hvørt starvið 287.000 krónur, og so verða tað »bara« 668 alment lønt, sum løgmaður skal siga úr starvi.
Taka vit hinvegin tað lægru blokkstuðulsupphæddina, sum løgmaður hevur nevnt, 130 milliónir krónur, so verða tað eitt stað í millum 423 og 565 fólk, sum hann skal siga úr starvi.
Í øllum førum kunnu vit taka samanum, at tað kostar ímillum 423 og 890 størv, at løgmaður ikki megnaði at fáa 200 ella 130 milliónir krónur meira í blokkstuðuli, men bara slakar níggju.
Men tá tað nú kortini er greitt, at blokkurin als ikki hækkar kortini, so er alt líka vítt sum sítt...