89,4% tóku undir við stjórnarskránni

Tann almenna valnevndin í Sýrialandi kunngjørdi í dag, at ein stórur meiriluti av veljarunum atkvøddu fyri teirri nýggju stjórnarskránni, tá fólkaatkvøða var um málið í gjár. Nevndin segði, at 89,4 prosent av teimum, sum vóru í valhølinum, atkvøddu fyri uppskotinum til nýggja stjórnarskipan, sum millum annað loyvir fleiri flokkum.

Sambært innanríkisráðharranum, Mohammed al-Shaar, var valluttøkan 57,4 prosent.

Umboð fyri sýrisku andstøðuna siga, at fólkaatkvøðan kann als ikki takast í álvara. Tað sama søgdu fleiri av ES-uttanríkisráðharrunum, sum hildu dunf í Bruxelles í dag. Eitt nú vísti bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, at sýriski stjórnarherurin bumbaði fleiri býir, samstundis sum myndugleikarnir vildu hava fólk at greiða atkvøðu.