Føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, boðar frá, at felagið hevur pumpað 89.000 tunnur av olju í januar.
Oljan er pumpað úr keldum á økjunum Chesnut, Ettrick og Blackbird.
Hetta svarar til eina meðal framleiðslu á 2.871 tunnur av olju um dagin, sigur felagið í einari fráboðan.
Myndina av Ben Arabo hevur Jan Müller tikið.