Enn síggjast avleiðingarnar av koronafarsóttini í samlaðu lønarútgjaldingunum, og í mars mánaði vórðu útgoldnar knappar 880 milliónir krónur í lønum.
Tað sigur Hagstovan í dag og vísir á, at talan er um vøkstur á góð 8 prosent í mun til mars mánaða í fjør, tá lønarútgjaldingarnar vóru um 820 milliónir krónur.
Sambært tølunum hjá Hagstovuni forvinna menn framvegis munandi meira enn kvinnur. Samlaðu útgjaldingarnar til menn vóru í mars mánaði 573 milliónir krónur, meðan lønargjaldingarnar til kvinnur vóru 303 milliónir. Hetta merkir samstundis eisini, at samnborið við mars í fjør fingu menn 10 prosent meira í sín part, meðan kvinnurnar fingu 2,8 prosent.
Størstu lønarútgjaldingarnar eru í vinnugreinabólkinum almenn o.o tænasta, meðan lønarútgjaldingarnar í privatu tænastuvinnunum eru næststørstar.
Í privatu tænastuvinnunum er mars mánaður í ár heldur lakari í mun til gongdina í vinnugreinabólkinum annars, sigur Hagstovan og vísir á, at tað er serliga innan "handil og umvæling" og "gistihús og matstovuvirki" at niðurgongdin sæst best.