Í løtuni eru 88 tilburðir av koronu í Føroyum.
Tað vísa nýggjastu tølini frá landslæknanum, ið vórðu kunngjørd fyri løtu síðani.
Í morgun var greitt, at 11 tilburðir vórðu staðfestir av teimum kanningunum, ið vórðu framdar fríggjadagin. Hóast allar kanningarnar frá leygardegnum enn ikki eru avgreiddar, kann longu staðfestast, at seks tilburðir eru millum tær 3462 kanningarnar, umframt at ein tilburður er frá teimum 2.269 kanningunum, ið vórðu framdar í gjár.
Í dag vórðu 10 persónar staðfestir frískir. Talan er um teir útlendingarnar, sum fingu staðfest smittuna í samband við, at trý skip lógu við bryggju í Ánunum í Klaksvík upp undir ólavsøku. Hesir eru allir farnir av landinum aftur. Í alt eru tí 225 staðfest frísk, og sostatt eru 88 fólk smittað í løtuni, og talan er í øllum førum um persónar, sum hava føroyskt p-tal.
Seinkingin í kanningarúrslitinum darvar eisini smittusporingina, sigur Landslæknin. Tað týdningarmiklasta í løtuni er at avbyrgja tey, sum hava fingið staðfest smittuna, umframt at viðkomandi persónar, sum hava verið í beinleiðis samband við smittaðu fólkini, fara í sóttarhald. Skotbráið er stutt, tí fólk smitta onnur dagin eftir, at hesi fingu smittuna. Smittan breiðir seg sera skjótt, og tí er hetta týdningarmiklasti stigið, sum skal takast, fyri at steðga smittubreiðsluna. Landslæknin er tó bjartskygdur, tí síðani 38 tilburðir vórðu staðfestir tann 5.august, er talið av staðfestum tilburðum minkað hvønn dag.