88 ára gamal frysti fastur

Ein 88 ára gamal frítíðarfiskimaður úr Nakskov í Danmark frysti fastur í lítlu jollu síni týsdagin, tá hann var ein túr úti í fjørðinum. Gamli frítíðarfiskimaðurin úr Nakskov læt ikki kuldan halda sær aftur, tá hann seinasta týsmorgun í bítandi frosti stevndi út í fjørðin í lítlu jollu síni.

Tá hann hevði ligið úti í fjørðinum eina stund, dreiv vindurin jolluna tvørtur um fjørðin. Nú royndi hin gamli at koma inn móti Vejlø, sum liggur í Nakskovfjørðinum.

Men einar 100 metrar úr oynni kom hann í ?greytaís?, sum danir rópa tað, og tó at hann var so nær landi, var sjógvurin kortini ov djúpur til, at hin 88 ára gamli kundi vassa úr jolluni og í land.

Um 13-tíðina hendan týsdagin sóu fólk, at maður var í jolluni, og tá settu danir í gongd eitt bjargingarátak við bjargingarbáti, sjúkrabili og lækna.

Tað eydnaðist bjargingarliðnum at fáa jolluna og mannin úr ísinum, men tá var hin 88 ára gamli, sum hevði verið í bátinum í fýra tímar, eisini rættiliga kaldur.

Tá bjargingarliðið kom til lands við hinum gamla, varð hann koyrdur á sjúkrahús.

Tað er folketidende.dk. sum ber hesi tíðindi.