850.000 til gomlu træseglskipini

Løgtingið hevur samtykt at hækka stuðulin til Felagið Føroysk Træseglskip við 250.000 krónum.

Løgtingið hevur hækkað stuðulin til felagið Føroysk Træseglskip við 250.000 krónum til 850.000 krónur. Peningurin skal nýtast til at fremja neyðugar ábøtur á skipunum.

- At Løgtingið soleiðis framhaldandi vísir virðing fyri træseglskipunum og tí sjálvbodna arbeiði, ið har verður lagt í, kemur væl við, og styrkir okkum enn meira í trúnni á, at alt Føroya fólk stendur saman um at varðveita okkara siglandi arv og søguna um eina farandi tíð í føroyskum fólkalívi, skrivar felagið.