Nú avgjørt endaliga freistin til at roknskapir inn til Skráseting Føroya gongur út á midnátt, mangla tey framvegis roknskapir frá 85 feløgum.
Tað siga tey á Skráseting Føroyum. Evsta og avgjørt endaliga freist at fáa roknskapin inn er á midnátt. Tey taka eisini ímóti teimum roknskapum, sum koma inn eftirmidnátt. Men tey feløg, sum ikki hava sent roknskapin inn fyri midnátt verða send í Skiftirættin til avtøku í morgin.
Tá in.fo spurdi hjá Skráseting Føroya fyri løtu síni, vóru tað 85 feløg, sum ikki høvdu latið roknskapin inn. Tey verða helst nøkur færri, tá tað nærkast midnátt. Men greitt er, at støðan ikki verður so nógv verri enn onnur ár.
2013 | 48 feløg |
2012 | 74 feløg |
2011 | 87 feløg |
2010 | 90 feløg |
2009 | 120 feløg |
2008 | 61 feløg |
2007 | 39 feløg |
2006 | 63 feløg |
2005 | 55 feløg |
2004 | 44 feløg |
2003 | 38 feløg |
2002 | 36 feløg |
2001 | 28 feløg |
2000 | 28 feløg |
Kristin Balle, leiðari á Skráseting Føroya, sigur, at fram til 2004 hevði Skráseting Føroya eina gamla kt-skipan til partafelagsskránna, sum ikki var sjálv-virkandi, tí máttu øll skriv skrivast til hvørt einstakt felag sær, og tað tók tí langa tíð at gera feløgini klár at senda í skiftirættin – tí blivu tey ikki send avstað fyrr enn í oktober ella seinni.
– Tá verandi partafelagsskrásetingarskipan var tikin í nýtslu í mai 2004, vórðu øll skriv send út beinleiðis frá telduni. Tí gjørdist tað lættari at senda feløgini í skiftirættin, og tey vóru send fyrr, sigur Kristin Balle.
– Ein onnur og meiri avgerandi orsøk til, at feløgini síðani 2009 eru send fyrr í skiftirættin er, at freistin at lata ársfrásøgn til Skráseting Føroya er stytt ein mánað – frá 31. juli til 30. juni, sigur Kristin Balle.
Kristin Balle vísir á, at tey eisini senda feløg í Skiftirættin aðrar tíðir á árinum. Hon hevur ikki hetta yvirlitið við hondina, men hon metir, at talan er um 20 feløg um árið.










