Í óvísindaligari kanning millum 203 tilvildarligar føroyingar ein tilvildarligan seinnapart í SMS, sæst, at 78 prosent av monnunum og 89 prosent av kvinnunum dámar betur myndina av eini kvinnu í stilettum, enn eina mynd av eini kvinnu í fløtum skóm.
Tilsamans gevur hetta 84 prosent av teimum 203 fólkunum, ið velja myndina av kvinnuni í stilettum.
Av teimum 99 spurdu monnunum valdu 77 myndina í stilettum, og av teimum 104 spurdu kvinnunum valdu 93 myndina, har kvinnan er í stilettum.
Nakrir vansar er tó við hesi kanning. Serliga eru litirnir á myndunum ikki heilt eins, perspektivið er eitt lítið sindur forskotið og summi av teimum spurdu vildu vera við, at hesir faktorar talaðu til fyrimuns, fyri myndini, har kvinnan er í stilettum.
Hóast onkur vildi verða við, at myndin var viðgjørd, so at kvinnan í stilettum gerst longri og klænri, so eru proportionirnar á myndunum ikki viðgjørdar eftir, at myndin var tikin.