TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við skotska filmsframleiðaran, Mike Day, sum greiddi frá dokumentarfilminum "The Islands and the Whales", sum verður sýndur í Havnar Bio í kvøld klokkan 19.30, og í annaðkvøld klokkan 19.30. Aftaná sýningarnar verður møguleiki hjá fólki at seta spurningar til Mike Day.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og ein vekjara frá YouTube fyri filminum "The Islands and the Whales".
Filmurin hevur verið sýndur í USA, Kanada, Skotlandi og á Kýpros, og hevur fingið góða móttøku higartil. Filmurin er filmaður gjøgnum fýra ár, og allar árstíðirnar spæla ein leiklut í filminum. Talumálið í filminum er í høvuðsheitum føroyskt. Hetta hevur Mike Day gjørt fyri at gera filmin so autentiskan sum gjørligt. Filmurin tekur ikki støðu fyri ella ímóti grindadrápi, men vísir hvussu føroyingar liva av sínum tilfeingi. Filmurin viðger eisini ta vaksandi dálkingina, og Mike Day heldur, at filmurin hevur vakt endurljóð fyri, at dálkingin í heimshøvunum má minka.