Skógareldarnir, sum herja nærhendis Melbourne, eru teir ringastu í Avstralia nakrantíð Avstralsku myndugleikarnir siga, at higartil eru 84 fólk funnin deyð, men teir bera ótta fyri, at talið fer at veksa.
Fleiri túsund sløkkiliðsmenn stríðast við at fáa tamarhald á eldsbrununum, og stjórnin hevur sent herin at hjálpa teimum.
Higartil eru meiri enn 600 hús farin upp í royk, og fólk í túsundatali hava mist streymin.
Tað er óvanliga heitt har suðuri í Avstralia. Teir seinastu dagarnar hevur hitin ligið um 47 stig, og tað saman við frískum vindi ger tað sera torført at steðga skógareldunum, skrivar Reuters.