826.000 krónur? Nei takk!

Áleyparin hjá Charlton, Darren Bent, hevur sagt nei takk við West Ham, sum hevur boðið honum ein sess í teirra álopi og 826.000 krónur um vikuna í løn.

23 ára gamli áleyparin vantaði annars bara at fáa persónligu viðurskiftini upp á pláss, tí West Ham vildi rinda tað, sum Charlton krevur – nevniliga 187 milliónir krónur. Men í síðstu løtu valdi ungi áleyparin at taka seg úr samráðingunum, og soleiðis heldur at spæla í næstbestu ensku deildini við Charlton komandi kappingarár, skrivar danska Ekstra Bladet.