81 ára gamal við nýggjari gravimaskinu

Skal ein lyfta tung tøk, so krevst góð útgerð, sigur eigarin av nýggjastu gravimaskinuni í landinum, 81 ára gamli Ove Magnussen.

P/F á Heygnum, Saltangará, við 81 ára gamla Ova Magnussen hevur aftur nú keypt eina nýggja gravimaskinu.

Í summar skrivaðu vit um Ova, tá hann eisini keypti eina slíka stásiliga maskinu.

Tað gongur long tíð ímillum, at slíkar koma til landið, og tá Ove Magnussen í summar keypti maskinuna vóru nógv ár síðani slík hevði staðið á bryggjuni.

Ove er nú vorðin 81 ár, men enn eru knotur og hann ivast ikki í at keypa.

- Skal ein lyfta tung tøk, so krevst góð útgerð, sigur Ove Magnussen.

Maskinan, sum kom til landið týsdagin, er størri enn tann, Ove keypti í summar. Hon kostar væl yvir milliónina og skal brúkast til vegarbeiðið við Gomlurætt.

81 ára gamli Ove Magnussen kann tykjast framfýsin, nú hann longu aftur keypir nýggja og størri maskinu, men Ove segði longu í summar, at tað neyvan fór at ganga meira enn hálvt ár, til ein nýggj maskina varð keypt.

- Og hvør veit, kanska keypa vit eina maskinu afturat í ár, tí enn er árið ungt, smílist 81 ára gamli vinnulívsmaðurin.

*